Sólin skínur á Norðlýsið

- Vit eru lokalir bæði á skrift og í verki, sigur blaðstjórin á Norðlýsinum. Lokalblaðið heldur 100 ára føðingardag í dag

Í dag eru liðin hundrað ár, síðani Norðlýsið fyrstu ferð kom út, og lokalblaðið hjá norðoyingum heldur stóra dagin í allan dag. Tað verður gjørt í sólskini og góðveðri í Klaksvík.


Nú klokkan 10.00 lat blaðhúsið á Rygsvegi upp, og gjøgnum dagin eru fólk væl komin at støkka inn á gólvið á Norðlýsinum. Røður verða hildnar, grísur verður grillaður í túninum, tónleikur verður spældur, og annars verður møguleiki at heilsa upp á tey, sum varða av Norðlýsinum.

- Vit hava hava verið og eru lokalir, og tað hava vit verið bæði á skrift og í verki. Umframt at dekka norðoyggjar í okkara miðlum, hava vit eisini aktivt luttikið í nógvum verkætlanum í norðoyggjum, sigur Oliver Joensen, sum er blaðstjóri á Norðlýsinum.

Sonurin John William Joensen er stjóri á Norðlýsinum, og dótturin Hannefía Joensen er grafikari. Fleiri fríyrkisfólk eru eisini knýtt at blaðnum.

Miðlahúsið ynskir Norðlýsinum hjartaliga til lukku við hundrað ára degnum!