FIFA styrkislistin sigur, at tað er stórur munur á føroyska og norðurmakedoniska landsliðnum í fótbólti. Norðurmakedonina er á 72. plássi, og Føroyar eru á 138. plássi.
At munurin er so stórur sást ikki á Tórsvølli. Úrslitið var 1-1. Føroyar skoraðu beinanvegin við brotssparki, og Norðurmakedonia skoraði beinanvegin í seinna hálvleiki. Í báðum førum var tað við brotssparki, at málið varð skorað.
Føroyska leiðslumálið skoraði liðformaðurin Viljormur Davidsen. Hetta var fimta málið á landsliðnum hjá Viljormi, sum í dag var á landsliðnum fyri 78. ferð.
Hóast tað var køld spann av vatni, tá ið Norðurmakedonia beinanvegin eftir steðgin javnaði við brotssparki, sum Gunnar Vatnhamar var óheppin at gera, so reisti føroyska liðið seg, og í løtum spældi heimaliðið við lutfalsliga ungari manning góðan fótbólt. Norðurmakedonia spældi seg til ein heilt stóran møguleika, og tá bjargaði Andrias Edmundsson meistarliga væl.
Síðstu løtuna var heimaliðið undir stórum trýsti, men tað eydnaðist at halda tætt og harvið at vinna eitt stig.
Síðstu løtuna vóru nógvir á vøllinum, sum ikki hava so nógvar royndir á landsliðnum. Eyðsýndastur av øllum var Meinhard Egilsson Olsen, sum leingi hevur verið skaddur. Hann var sera væl upplagdur í framrættaðum plássi í vinstru. Serliga í fyrra hálvleiki var tað ferð á, tá ið føroyska liðið fleiri ferðir tilvitað legði bóltin fram í økið aftanfyri vongverjan í høgru.
-Eg eri nøgdur við avrikið og úrslitið. Um vit vóru heilt hepnir, so kundu vit hava vunnið við einum máli, men vit kundu eisini havt tapt, tí teir høvdu eisini onkrar góðar møguleikar, sigur Håkan Ericson landsliðsvenjari í samrøðu við Kringvarpið, og hann heldur fram:
-Eg havi sagt tað áður, at um vit skulu vinna sovornar dystir, so er neyðugt við hepni, og uttan at siga at vit vóru óhepnir, so høvdu vit ikki tað hepnið við okkum, sum skal til, um vit skulu vinna.
Millum teir heilt eyðsýndu á føroyska liðnum í dag var miðverjin Andrias Edmundsson. Í fyrra hálvleiki hevði hann Samuel Johansen Chukwudi undir liðini, og eftir steðgin var Hørður H. Askham undir liðini á honum. Tað komst av, at Samuel Johansen Chukwudi í fyrra hálvleiki sá gula kortið.
-Hetta er dreymurin, at spæla á landliðnum. Í Póllandi hava vit dugnaligan venjara og arbeiða hart og undir góðum umstøðum. Nú fái eg álit frá landsliðsvenjaranum, og tað er at fegnast um, tá ið tað gongur væl, og tað haldi eg, at tað gjørdi hjá okkum øllum, sum vóru í miðverjuni, sigur Andrias Edmundsson, sum fyri áttandu ferð var á landsliðnum. Í fyrra hálvleiki vardi Andrias ófatuliga væl, tá ið mótstøðuliðið var fyri heilt opnum máli.
Føroyar – Norðurmakedonia 1-1 (1-0)
Nations League
Leygardagin 9. september 2024 kl. 14.00 á Tórsvølli
1-0: Viljormur Davidsen br 9.
1-1: Enid Bardhi br 49.
Dómarabólkur úr Litava: Manfredas Lukjančukas, Mangirdas Mirauskas, Aleksandras Stepanovas og Vilius Paulauskas (4. dómari)
Føroyar: Bárður á Reynatrøð – Jóannes K. Danielsen, Samuel Johansen Chukwudi (Hørður H. Askham, 46.), Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – René Shaki Joensen (Mads Bo Mikkelsen, 66.), Hanus Sørensen, Gunnar Vatnhamar, Sølvi Vatnhamar (Petur Knudsen, 84.), Meinhard E. Olsen (Patrik Johannesen, 84.)– Jóan Símun Edmundsson (Adrian Justinussen, 66.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Silas Eyðsteinsson, Kristian Joensen, Arnbjørn Svensson, Sonni Ragnar Nattestad, Jann J. Benjaminsen, Klæmint A. Olsen, Daniel Johansen
Gult kort: Samuel Johansen Chukwudi
Venjari: Håkan Ericson (gult kort)