Sólin sæst neyvan kortini

Øll bíða vit spent eftir at síggja sólarmyrkingina í morgin, men Petur Skeel Jacobsen er ikki bjartskygdur

Øll bíða vit spent eftir at síggja sólarmyrkingina í morgin, men seinastu veðurforsagnirnar boða ikki frá góðum.

 

Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur greiðir frá at fleiri brúgvaløg vestanfyri Føroyar koma hendanvegin og í morgin standa tey mest sum í stað við Føroyar.

 

Hetta ger, at tað verður grátt í veðrinum og skýggjað.

 

Í dag verður gul til stívt andøvsgul av landsynningi og regn av og á. Hitin millum trý og seks stig.

 

Í morgin, sólarmyrkingardagin, verður gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, um kvøldið lot av ymsum ættum. Regn av og á og hitin millum trý og seks stig.

 

Leygardagin verður strúkur í vindi upp í hvassan vind av suðri og útsynningi og stundum regn. Hitin millum seks og 10 stig.

 

Sunnudagin verður stívt andøvsgul av útsynningi og regn eitt skifti, mánadagin strúkur í vindi av vestri og ælingur. Hitin millum sjey og 11 stig.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra Petur Skeel Jacobsen lesa veðurtíðindini.