Sólin bíðaði í París

Team Rynkeby Føroyar fekk nakrar væl uppibornar sólstrálur, tá føroysku súkklararnir komu á mál

Team Rynkeby Føroyar kom fríggjadagin seinnapartin á mál í franska høvðusstaðnum, eftir at hava súkklað áleið 1.200 kilometrar heilt úr Klaksvík. Tað hevur regna næstan allar dagarnar.

 

Les eisini: Jansy Gaardlykke - Eg var ræðuliga rørd

 

Soleiðis var eisini, tá seinasti túrurin á hesum sinni byrjaði tíðliga fríggjamorgunin. Verðurforsøgnin boðaði annars frá, at tað fór at verða heitari og møguleiki var fyri sól. So var ikki heilt, og tað bleiv bæði kalt og vátt.

 

Les eisini: Elmar Ósá - Hugsaði um sjúku børnini

 

Avvarandi boðaðu tó frá, at tað var sól í miðbýinum í París. Hesum høvdu rynkurnar ilt við at trúgva, tí tær sóu einki annað enn regn og myrk skýggj, so langt sum eygað bar. Men boðini og kenslan av at síggja familju og vinir aftur gjørdi, at øll hildu fram við at súkkla, hóast tað var avbjóðandi í torføru umstøðunum.

 

Túsund Team Rynkeby súkklarar

 

Komin inn í París møttust øll 26 Team Rynkeby liðini kring heimin á einum og sama stað. Síðani fóru øll samlaði inn til miðbýin í París, har løgreglan koyrdi fremst. Tað setti av álvara sín dám á París, at yvir túsund súkklarar í gulum komu súkklaðu runt í býnum. Súkklað var millum annað framvið Eiffel torninum.

 

Les eisini: Hans Falkvard - Nú kann eg takka familjuni

 

Á málstrikuni stóðu familjur og kenningar við føroyskum fløggum og veittraðu, tá føroysku súkklararnir komu á mál. Fyrst um málstrikuna var liðskiparin á liðnum, Alfred Hummeland, dagligi leiðarin í Krabbameinsfelagnum Jansy Gaardlykke og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og verji hjá Krabbameinsfelagnum.

 

Les eisini: Magnus Magnussen - Nú kann eg siga, at eg eri frískur

 

So kom løtan, tá føroysku súkklararnir loksins sloppu at heilsa upp á og klemma familju og vinir, sum høvdu bíða í stórum spenningi. Tað tóktist nærmast sum ein boðskapur, at sólin hesa løtuna vann sær vegin fram í París.

 

Søguligt

 

Team Rynkeby Føroyar er komið á mál á fyrsta sinni. Talan bleiv um ein ógloymandi túr við avbjóðingum, sum ongin á liðnum hevði tora at droymt um undan fráferðini. Veðrið hevur verið vánaligt at kalla allan vegin.

 

Les eisini: Sjúrður Skaale tapti

 

Liðið hevur fingið týdningrmiklar royndir og prógvað, at tað ber væl til at hava eitt Team Rynkeby í Føroyum. Tey flestu hava flutt mørk og klára ein málsetning, sum gjørdist torførari enn væntað. Tað gjørdi eisini gleðina at koma um málstrikuna upp aftur størri.

 

Les eisini: Team Rynkeby fór í rusk

 

Alt verður gjørt fyri at samla inn pengar til Krabbameinsfelagið. Aksel Haraldsen, ein av ímyndinum av tiltakinum og fyriskipari, sigur at Team Rynkeby Føroyar heldur fram og verður aftur komandi ár.

 

Mynd: Einar Vang

Aftast frá vinstru: Alfred Hummeland, Elmar Ósá, Hans Waag, Sverri Mohr Edvinsson, Niels Mortensen, Guðmundur Guðmundsson, Heini Djurhuus, Per Kallsberg, Hákun Steingrímsson, Tróndur Arge og Bergfríður Clementsen

 

Langa miðrekkjan frá vinstru: Leivur Holm, Marjun Poulsen, Hans Falkvard, Erla Mikkelsen, Helena á Løgmansbø, Elin Michelsen, Malena Sivertsen, Jansy Gaardlykke, Sigrun Mikkelsen, Elin Guðjónsson, Sólfríða Helmsdal, Magnus Magnussen, Steinfinn Mittelstein, Sjúrður Skaale, Aksel Haraldsen

 

Fremst frá vinstru: Jonhrad Joensen, Rógvi Róin, Jan Gardar, Kaj Leo Holm Johannesen, Eyðtór Joensen, Hanna Thorleifsson, Gunnar Mohr, Magni Dybczak, Tórvør Vang, Malan Mohr og Guðrun Guðjónsson

 

Á myndini vanta: Finn Danberg, Gunnvá Guttesen, Bjarni Jakobsen, Hilmar Augustinussen og Jóhan Petur Michelsen