Ósolidariska fylgið

Nú hava borgarstjórarnir norðanvert norðoyatunnilin, og vestanvert vágatunnilin verið úti við yvirlýsing um, at teirra fólk ikki skulu verða við at gjalda framtíðar íløgur í samferðslukervið í Føroyum.

Brandur Sandoy
Løgtingslimur, og borgarstjóri á Sandi


Hetta er mest ósolidariska útmelding, ið eg havi sæð í mínar dagar.
Eitt varð, at lagt upp til at man finnur útav einum fíggingarleisti fyri alla framtíðarfígging av samferðslukervinum, men beinleiðis at melda út at tey ikki ynskja at taka lut í fíggingini framyvir, er snøgt sagt at melda seg úr samfelagnum, nú tey hava fingið teirra.
Um so er, at tit ið nú fáa ágóðarnar av íløgunum, ið eru gjørdir fyri mínar skattapengar ynskja, at tit skulu ferðast ókeypis gjøgnum okkara tunlar, so er tað eitt krav at vit sum noyðast í skip okkara enn, somuleiðis ferðast ókeypis.
Tað hevur onki uppá seg at finna eina loysn, sum letur upp fyri “ókeypis” ferðslu, bæði ígjøgnum undirsjóvartunlar og við skipi, og sum samstundis leggur byrðuna yvir á allar herðar landsins.
Vinnumálaráðharrin Jóhan Dahl kann seta vegskattin upp, soleiðis at gjaldið dekkar útreiðslurnar. Á henda hátt høvdu øll í Føroyum goldið fyri infrakervið, bæði hjá fólki í miðøkinum og úr útjaðaranum. Meiri samansett er tað ikki enn so.
Hetta hevði eisini gjørt, at lættari varð at farið undir útbyggingar á samferðsluøkinum.
Eg vóni at vit innan stutta tíð finna fram til ein leist, sum javnstillar allar borgarar landsins á samferðsluøkinum, tí tað verður ikki við mínari atkvøðu at summi skulu gjalda, meðan onnur ferðast ókeypis, lyfti ella ikki.