Men í stríðnum sum nú valdar millum manningarfeløgini og Reiðararfeløgini tykist alt at verða farið upp í upploysn. Manningarfeløgini gjørdu í gjár ein sáttmála við eitt reiðarí. Hinir reiðararnir eru sum vera man í øðini, og Føroya Reiðarafelag hevur kastað frá sær og latið samráðingarnar upp fyri skutil.
Tað er væl skilligt, at Reiðarafelagið ger soleiðis. At okkurt reiðarí ger undirhondsavtalur, tað er so tað, tað er. Men at manningarfeløgini gera sáttmálar við einstøk reiðarí í eini verkfals- ella verksbannstøðu, tað er ikki til at skilja. Tað kann bara føra til totala frustratión, sum í síðsta enda gongur harðast út yvir hýrurnar hjá fiskimonnum.
Ein sera løgin og óbúgvin fakfelagspolitikkur, sum manningarfeløgini føra...