Solgerd Hansen 65 ár

Sunnudagin 24. juli fyllir mín góða vinkona Solgerd Hansen 65 ár

Solgerd er fødd við Toftir í Hvalba, seinri flutti familjan á Heyggj, har Solgerd er uppvaksin og hevur slitið sínar barnaskógvar. Foreldrini vóru Kristina og Jens Eysturberg. Solgerd er triðelst av seks systkjum. Solgerd fór til Havnar 17 ára gomul, arbeiddi í saltfiski á Bacalao, og seinri fór hon at verða húshjálp hjá Hannu og Óla Kristian Skála í Skálabúðini, har hon giftist út frá í 1966, við Høgna Hansen, sonur Atlantu og Jens Jørleif í Stoffalág.

Hanna pyntaði hana brúður, og tað er Solgerd sera stolt av.

Solgerd og Høgni hava livað saman í hjúnabandi í 45 ár í ár. Hjartaliga tillukku tit bæði.

Og er tað eisini gjøgnum trúðskap til okkum øll í familjuni Skála, at vit báðar hava knýtt so sera góð vinarbond.

Í sjeyti árinum vóru vit báðar títt og ofta saman við øðrum, úti serveraðu til stórar veitslur, rundar føðingardagar og brúdleypir, eina tíð á Hotel Hafnia, ein góð tíð.

Vit báðar hava eisini búð í sama grannalagi. Vit í Dr. Jacobsensgøtu og tit í Trøndargøtu. Tá komu vit nógv til hvørja aðra, seinri fluttu tit í tykkara nýggja heim á Kommansmýru.

Okkara góði gamli bindiklubbur ið skjótt rundar 40 ár, hava ferðast nógv frá Sandi til Aberdeen. Búðu á Brend Wood Hotel, runnu runt á danskari jørð, búðu á 9 små hjem, áh teir góðu túrar.

Solgerd er røsk til hendurnar, hevur bundi troyggjur, húgvur og heitar hosur. Altíð er tú hjálpsom, gávumild og blíð. Hjartalag so gott sum fáur. Gongur runt og hjálpur øllum. Hevur ofta fult hús av vinum og kenningum, har sum hjartarúm er, er eisini húsarúm. Tað kann so sigast um teg góða Solgerd, tú er ein megnar kvinna, tað skal tú eiga fra´mær.

Solgerd hevur verið so sera trúðføst, tá ið serligir merkisdagar hava verið hjá mínum systkjum og foreldrum, Hon hevur altíð verið klár við einari hjálpandi hond. Tá hon var á sjúkrarhotellinum við sínum manni, var eg við mínum sjúka beiggja, tá var hon ein hollur stuðul fyri meg og gjørdi tungar dagar lættar. Eg sigi tær hjartaliga tøkk fyri alt góða Solgerd.

Børnini eru 5 í tali. Heðin býr í Havn, Jens Jørleif og Sylvia búgva í Hoyvík, Anna Kirstin og Heidi búgva í Danmark. Solgerd hevur frá børnini vóru smá, lært tey at luttaka í øllum arbeiði, so tey hava haft nemt at koma út í lívið at tikið fætt. Solgerd hevur verði heima og fjálga um síni børn.

Ommubørnini eru 8 í tali. Helena, Silja, tvíburarnir Høgni og Helgi, Viktoria, Isabella, Arni og Naima. Tey eru sera heppin at eiga ommu, sum er so góð við tey. Solgerd var úti fyri at missa ommubarnið lítlu Lea, sum bert bleiv 3 ár. Hesin sangurin bleiv sungin til jarðarferðina. Hann kemur so ofta fram fyri meg.

Gud hvønn ein smáfugl hevur skapt,
hann føðir, varðar teir,
menn elskar hann enn fuglarnar,
meg elskar hann tó meir.

Hann elskar meg, hann elskar meg,
eg veit, hann elskar meg,
hann elskar tann, sum lítil er,
og so hann elskar meg.

Solgerd eigur eina langommudóttir, og ber hon navnið Lea.

Góða Solgerd, hjartaliga tillukku og Harrans ríku signing, til tín og øll tíni, fyri dagin og komandi dagar.