Sóley framførir spennandi barnaleik

(Ljóðsamrøða) Hoyr samrøðuna Ragnhild Ellingsgaard gjørdi við Sóley Danielsen á G-festivalinum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum Ragnhild Ellingsgaard hevði í beinleiðis sending úr Syðrugøtu við Sóley Danielsen, sjónleikarara, sum framførir ein spennandi barnaleik á G-festivalinum.

 

Sóley Danielsen spælir allar leiklutirnar í hesum leikinum um 10 ára gomlu Tóru, ið er høvdingadóttir og livir í víkingaøldini. Tóra er væl hjálpt av síni ganda amulett, ið tó eisini gevur henni fleiri lumpisligar fíggindar og avbjóðingar - ikki minst gudin Loka.