Sóley fær undantak frá verkfallinum

– Hetta skuldi til fyri at blíva hoyrd.

 

Soleiðis skrivar Sigrid Sivertsen á Facebook. Tað var fyrradagin, at hon kærdi sína neyð um, at 33 ára gamla fjølbrekaða dóttirin ikki fekk ta hjálp henni tørvaði.

 

– Ein fitt dama, sum er tænastimannasett og sum kennir Sóley fær loyvi til at passa hana 30 tímar um vikuna, meðan verkfallið er. Takk og lov. Takk fyri øll góð ynski, skrivaði hon á Facebook í gjárkvøldið.

 

Les eisini: Mamma: Neyðarróp um hjálp undir verkfalli