Soleiðis vinnur Ísland seg til EM-endaspælið

Ísland fer at møta antin Ísrael, Wales ella Pólandi

Íslendingar standa enn við einum møguleika at vinna seg til EM-endaspælið. Tann møguleikin er gjøgnum Nations League Play Off dystir. Tí er burturvið at siga, at dystir í Nations League: "bara eru venjingardystir".

 

Morgunblaðið skrivar, at Ísland skal antin spæla Play Off dystir í Deild A ella í Deild B. Hósdagin verður drigið um tað verður Ísland, Finnland ella Ukraina, ið skal spæla Play Off dystir í Deild A.

 

Um Ísland verður drigið at spæla Play Off dystir í Deild A verður Wales mótstøðuliðið á útivølli. Tað hendir um Kroatia vinnur á Armenia á heimavølli í kvøld í undanbólki D. Vinnarin av dystinum millum Wales og Íslandi møtir vinnaranum av dystinum millum Póland og Estland á útivølli um rættin at taka lut í EM-endaspælinum. Estland er vinnari av Nations League deild D.

 

Um Ísland verður drigið at spæla Play Off dystir í Deild A, og Wales móti øllum forvæntningi tekur annað plássið í undanbólki D frá Kroatia, so skal Ísland spæla móti Pólandi á útivølli. Vinnarin av tí dystinum skal tá spæla dyst móti vinnaranum av dystinum millum Kroatia og Estland á útivølli.

 

Um Ísland verður drigið at spæla Play Off dystir í Deild B verður Ísrael mótstøðuliðið. Vinnarin av dystinum millum Ísland og Ísrael møtir tá vinnaranum av dystinum millum Bosnia Hersogovina og Finnland í einum Play Off dysti um rættin at taka lut í EM-endaspælinum.

 

Spennandi verður um tað eydnast okkara frændum fyri norðan at vinna seg til enn eitt EM-endaspæl.