Tað sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, í svari til in.fo upp á spurningin:
»Hvussu vil tín flokkur hjálpa sperdum barnafamiljum eftir valið?«
Jenis av Rana svarar soleiðis:
Sum svar upp á spurning tín um hvussu Miðflokkurin fer at hjálpa sperdum barnafamiljum eftir valið, havi eg valt at taka niðanfyristandandi brot úr valskrá floksins 2022:
Miðflokkurin fer at virka fyri:
- at MVG og avgjøld á gerandis- og neyðsynjarvørum verður minkað og differentierað.
- at landið veitir familjum frítíðarkort at brúka til børnini.
- at ríku kommunurnar fara at veita lætta til trongstødd, t.d. við at hækka botnfrádráttin og barnafrádráttin í kommununuskattinum.
- at arbeiðsvikan miðvíst verður stytt, so framburðurin, ríkidømið og vælferðin merkist hjá øllum.
- at pengurin fer at fylgja barninum, hvat ansing viðvíkur.
- at hjún verða samskattaði.
- at barnafrádrátturin í landsskattinum verður hækkaður og differentieraður eftir barnatalinum.
- at íbúðarstuðul verður veittur trongstaddum familjum.
- at barsilsloftið verður hækkað.











