Soleiðis verður veðrið um vikuskiftið

Tað verður turt og lítið av vindi, sigur DMI

(Mynd: Ingi Sørensen)

Danska veðurstovan roknar við lítlum vindi og turrum veðri um vikuskiftið. Stóran part av tíðini verður vindferðin undir 5 m/s.

 

DMI sigur, at í dag verða 3-8 m/s av norði. Fyri tað mesta turt og samdrigið, møguleiki verður fyri onkrum sólglottum. Hitin verður um 10 stig. Í kvøld verða undir 5 m/s av norði og útnyrðingi. Turt og samdrigið. Hitin í nátt millum 6 og 9 stig.

 

Sunnudagin verða undir 5 m/s av útnyðringi. Turt og samdrigið, møguleiki verður fyri onkrum sólglottum. Hitin um dagin millum 8 og 10 stig, um náttina millum 6 og 9 stig.

 

(Mynd: Ingi Sørensen)