Danska veðurstovan roknar við, at tað verður kaldari um vikuskiftið, og sunudagin kunnu vit rokna við bæði frosti og kavaavfalli.
DMI sigur, at í dag vera 10-15 m/s av norði og útnyðringi, sunnudagin upp í 18 m/s. Tað verður samdrigið, og onkur vátakava- ella kavaæl vera. Onkrar løtur verður klárari í veðrinum. Í dag verður hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.
Sunnumorgunin verður kaldari, millum frostmarkið og 4 kuldastig,og sunnukvøldið kann verða jarðrok í støðum.