Soleiðis verður veðrið um vikuskiftið

Vátakava- ella kavaæl hótta mesta av vikuskiftinum

Danska veðurstovan roknar við, at vátakava- ella kavaæl vera í luftini mesta av vikuskiftinum.

 

DMI sigur, at í dag vera 8-13 m/s av landnyðringi, í kvøld 5-10 m/s av norði. Samdrigið og regn-, vátakava- ella kavaæl. Í nátt turt fyri tað mesta. Hitin verður millum 1 og 6 stig, í nátt niður í 2 kuldastig.

 

Sunnudagin vera 8-13 m/s av norði og landnyðringi, vaksandi upp í 10-15 m/s, seinni minni vindur aftur. Fyri tað mesta skýggjað og vátakava- ella kavaæl. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig.