Danska veðurstovan DMI roknar við hampuliga góðum veðri um vikuskiftið. Tað verður lítið av vindi, nakað av avfalli, men eisini sólglottar.
DMI sigur, at í dag vera 3-8 m/s av eystri og landsynningi. Skýggjað og ælaveður, men sum frálíður turt og møguleiki fyri sól. Í nátt 3-8 m/s av ymsum ættum, men seint í nátt nakað meira vindur av landnyðringi. Turt og lutvíst klárt veður, men møguleiki fyri mjørka summastaðni. Hitin í dagin um 8 stig, í nátt millum 3 og 8 stig.
Sunnudagin vera 5-10 m/s av vestri og útsynning, seinni av norði. Nakað av sól, men sum frálíður ælaveður. Hitin millum 6 og 11 stig, um náttina niður í 2 stig.










