Danska veðurstovan roknar við góðum veðri í dag. Í morgin verður meira vindur og nakað av regni.
DMI sigur, at í dag vera 5-10 m/s av vestri, í kvøld av útsynningi. Nakað av sól og okkurt æl. Í nátt 8-13 m/s av útsynningi og hvirlur. Samdrigið, men turt. Hitin í dag milum 4 og 7 stig, í kvøld millum 1 og 5 stig.
Sunnudagin vera 8-13 m/s av útsynningi, í støðum upp í 15 m/s. Samdrigið og fyri tað mesta turt. Seinnapartin fer at regna av útnyðringi. Um náttina av ymsum ættum undir 5 m/s, samdrigið og turt. Hitin verður millum 4 og 8 stig.











