Soleiðis verður veðrið um vikuskiftið

Upp í 5 hitastig í dag, í morgin verður aftur kaldari

(Mynd: Ingi Sørensen)

Danska veðurstovan DMI roknar við, at seinnapartin í dag verður hampuligt veður. Í nátt verður meira vindur aftur, og í morgin verður kaldari og kavaavfall.

 

DMI sigur, at í dag vera 5-10 m/s av suðri og útsynningi, seinni 3-8 m/s av ymsum ættum. Samdrigið og ælaveður. Hitin verður millum 4 og 7 stig. Í nátt 10-15 m/s av landnyðringi og norði, samdrigið og ælaveður, í hæddunum sum kavi. Hitin verður millum 1 og 5 stig.

 

Sunnudagin vera sum frálíður 8-13 m/s av landnyðringi. Samdrigið og vátakavi ella kavi, seinni klárari í veðrinum. Hitin verður millum 2 kuldastig og 3 hitastig.

 

 

 

(Mynd: Ingi Sørensen)