Soleiðis verður veðrið um vikuskiftið

DMI roknar við skiftandi veðri um vikuskiftið

Danska veðurstovan DMI roknar við skiftandi veðri um vikuskiftið. Dagurin í dag byrjar væl, men seinni fer at regna. Í morgin byrjar dagurin við regni, men seinni verður frægari veður.

 

DMI sigur, at í dag vera 3-8 m/s av landsynningi, seinni av eystri. Turt og nakað av sól, seinnapartin regn av suðri. Hitin millum 7 og 9 stig. Um náttina 2-6 m/s av ymsum ættum, seinni 8-13 m/s av útnyðringi. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum 7 og 9 stig.

 

Sunnudagin vera 8-13 m/s av útnyðringi. Út á dagin minkar vindurin niður 3-8 m/s av norði. Samdrigið og regn, men sum frálíður klárari og ælaveður. Hitin um dagin millum 5 og 9 stig, um náttina niður í 2 stig.