Danska veðurstovan DMI roknar við, at í dag verður regn stóran part av degnum. Í kvøld verður frægari veður.
DMI sigur, at í dag vera 10-15 m/s av suðri. Samdrigið og regn. Hitin millum 8 og 11 stig. Í kvøld 8-13 m/s av suðri og útsynningi, í nátt minni vindur. Sum frálíður turrari í veðrinum, og í nátt verður klárari í veðrinum. Hitin millum 6 og 10 stig.
Sunnudagin 8-13 m/s av suðri. Turt og nakað av sól, seinni samdrigið og ælaveður. Hitin millum 8 og 11 stig.











