DMI sigur, at í dag vera 8-13 m/s av landsynningi, í kvøld 10-15 m/s. Turt og nakað av sól. Í nátt hálvskýggjað. Hitin verður millum 6 og 9 stig, í nátt millum 4 og 7 stig.
Páskadag vera 10-15 m/s av landsynningi. Samdrigið og turt, men eisini møguleki fyri sólglottum. Um náttina regn av útsynningi. Hitin verður millum 5 og 8 stig.
Annan páskadag vera 8-13 m/s av eystri og landsynningi, seinni 3-10 m/s av ymsum ættum. Samdrigið og regn mesta av tíðini. Um náttina 3-10 m/s av norði ella av ymsum ættum, í sunnara parti av landinum 10-15 m/s av vestri og útnyðringi. Samdrigið og regn. Hitin verður millum 5 og 8 stig.