Soleiðis verður veðrið næstu vikuna

Næstu dagarnar verður nakað av vindi og fitt av avfalli

Danska veðurstovan DMI roknar við skiftandi og stundum illsligum veðri næstu vikuna.

 

DMI sigur, at mánadagin vera 10-15 m/s av landsynningi og eystri. Samdrigið og ælaveður, út á dagin regn. Um kvøldið og um náttina 4-7 m/s av suðri. Sum frálíður regn ella ælaveður. Hitin millum 5 og 10 stig.

 

Týsdagin vera 4-7 m/s av suðri, í løtum upp í 10 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin um 10 stig. Um kvøldið 10-15 m/s av norði. Samdrigið og regn. Hitin millum 5 og 8 stig.

 

Mikudagin 10-15 m/s av norði, í løtum up í 18 m/s. Samdrigið og regn, sum frálíður klárari í veðrinum og nakað av sól og ælaveður. Hitin millum 5 og 8 stig. Um náttina 8-13 m/s av norði. Ælaveður, kann verða sum vátakavi. Hitin millum 1 og 6 stig.

 

Hósdagin vera 8-13 m/s av norði og útnyðringi, í løtum upp í 18 m/s. Ælaveður og sólglottar. Hitin millum 2 og 6 stig. Um náttina 5-10 m/s av útnyðringi. Samdrigið og turt. Hitin millum 2 og 6 stig.

 

Fríggjadagin vera 2-5 m/s av útnyðringi og vestri. Samdrigið og turt. Seinni 8-13 m/s av landsynning og regn. Hitin millum 5 og 8 stig.