Danska veðurstovan DMI roknar við, at veðrið í dag verður hampuliga gott, og í kvøld verður klárt og stilt kavaveður. Sambært DMI kemur ikki so nógvur kavi niður afturat í dag.
Í morgin veksur vindurin aftur, og sum frálíður fer tað at regna.
DMI sigur, at í dag vera 10-15 m/s av útnyðringi og norði. Nakað av sól, men eisini onkur kavaæl, serliga fyrst á degnum. Hitin verður mmillum frostmarkið og 4 hitastig. Í kvøld og í nátt minkar vindurin til undir 5 m/s av ymsum ættum. Tað verður klárt og hitin verður millum frostmarkið og 3 kuldastig.
Mánadagin veksur vindurin aftur, og tað vera 13-18 m/s av suðri og landsynningi, seinni 15-20 m/s av útsynningi og vestri. Samdrigið og vátakavi, seinni regn ella vátakkavi. Hitin millum 2 og 8 stig.
Nógvur kavi er niðurkomin, og Landsverk sigur, at tað er hált og glerstoytt kring landið. Í ælum er nógv jarðrok.










