Soleiðis verður veðrið í dag

Í dag verður skýggjað og lýtt veður, men dropar lúra í sjónarringinum

 

Danska veðurstovan DMI roknar við, at tað verður skýggjað veður í dag – í støðum mjørki. Tað verður lítið av vindi av suðri og landsynningi og lýtt, men í kvøld fáa vit helst onkur æl.

 

Eitt lágtrýst, 995 hPa, í ein útsynning úr Íslandi flytur seg í ein eystan og verður yvir Føroyum í kvøld.  Hetta hevur verið sær, at vit fáa ælaveður í kvøld. Í nátt skiftir ættin í ein sunnan til útsynning, og tá verður turt eitt skifti.  Hitin komandi døgnið verður millum 10 og 15 stig.