Soleiðis verður veðrið hesa vikuna

Føroyska Veðurstovan roknar við ælaveðri allar teir komandi dagarnar

Fyrstu dagarnar hesa vikuna verður kalt í veðrinum, men fram móti vikuskiftinum verður hitin upp í 9 stig. Føroyska Veðurstovan roknar við, at tað verður ælaveður teir næstu dagarnar.

 

Veðurstovan sigur, at í dag vera 5-10 m/s av landsynningi, í støðum upp í 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, kann vera sum vátakavi. Í nátt verður samdrigið og regn av vestri. Hitin millum 1 og 6 stig.

 

Týsdagin vera undir 5 m/s av ymsum ættum. Út á dagin 5-10 m/s av norði og útnyðringi, men minkandi aftur til 5 m/s av ymsum ættum. Samdrigið og ælaveður, kann vera sum vátakavi. Hitin millum 1 og 6 stig, um náttina millum 2 kuldastig og 4 hitastig.

 

Mikudagin vera 3-8 m/s av norði ella ymsum ættum. Samdrigið og ælaveður, kann vera sum vátakavi. Um á náttina regn, vátakavi ella kavi. Hitin millum 1 kuldastig og 5 hitastig.

 

Hósdagin vera 3-8 m/s av útnyðringi, út á dagin 8-13 m/s av útsynningi, seinni undir 5 m/s av eystri. Samdrigið og ælaveður, kann vera sum vátakavi ella kavi. Hitin millum 1 kuldastig ella 5 hitastig, hækkandi upp í 4 til 9 hitastig.

 

Fríggjadagin vera 3-8 m/s av ymsum ættum, um náttina 8-13 m/s av landsynningi. Samdrigið og regn av og á. Hitin millum 4 og 9 stig.