Soleiðis verður veðrið hesa vikuna

DMI roknar við avfalli allar dagarnar hesa vikuna

Danska veðurstovan roknar við, at tað verður ælaveður ella regn næstu dagarnar.

 

DMI sigur, at mánadagin 5-10 m/s av vestri og útnyðringi, út á seinnapartin 8-13 m/s av útnyðringi og norði. Skiftandi skýrák og ælaveður. Hitin milum 7 og 10 stig.

 

Týsdagin verða 3-10 m/s av norði, sum frálíður minkandi vindur. Sólglottar og onkur æl. Hitin alt døgnið millum 6 og 10 stig.

 

Mikudagin verða 3-7 m/s av landnyðringi um kvøldið 10-15 m/s av eystri. Turt og nakað av sól, sum frálíður samdrigið. Um náttina skýggjað og regn av suðri. Hitin millum 6 og 10 stig.

 

Hósdagin verða 10-15 m/s av eystri. Samdrigið og regn. Út á seinnapartin 5-10 m/s av suðri, klárari í veðrinum, men okkurt æl. Um náttina 3-6 m/s. Hitin millum 7 og 11 stig.

 

Fríggjadagin verða 5-10 m/s av suðri og landsynningi. Samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin millum 8 og 12 stig.