Soleiðis verður veðrið hesa vikuna

DMI lovar hampuliga gott og lýtt veður í vikuni, men náttarhitin fellir seinni í vikuni niður í trý hitastig

Danska veðurstovan DMI roknar við, at tað verður turt fleiri av komandi døgunum, og hitin kann koma upp í 15 stig. Móti endanum av vikuni fellir náttarhitin niður í 3 hitastig.

 

DMI sigur, at í dag verða 3-8 m/s av vestri og útsynningi. Samdrigið og mjørki, men mótu eystri eisini møguleiki fyri sól. Hitin millum 10 og 14 stig.

 

Týsdagin verða 3-8 m/s av vestri og útnyðringi. Fyri tað mesta turt og nakað av sól. Í støðum tám ella mjørki. Hitin millum 10 og 14 stig.

 

Mikudagin verða 3-8 m/s av vestri. Fyri tað mesta turt og nakað av sól. Í støðum tám ella mjørki. Hitin millum 10 og 15 stig.

 

Hósdagin verða 3-8 m/s av vestri, eitt skifti upp í 10 m/s. Um kvøldið av norði og landnyðringi. Samdrigið og eitt skifti nakað av regni. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina niður í 5 stig.

 

Fríggjadagin verða 3-8 m/s av landnyðringi og eystri. Turt og nakað av sól. Í støðum tám ella mjørki. Hitin um dagin um 9 stig, um náttina niður í 3 stig.