Soleiðis verður veðrið á nýggjárinum

Føroyska Veðurstovan roknar við nakað av vindi á nýggjárinum

Veðurvánirnar fyri gamlaárskvøld boða frá nakað av vindi – serliga út á náttina.

 

Føroyska Veðurstovan sigur í nýggjari forsøgn, at nýggjársaftan verður 5-10 m/s av landnyðringi og eystri. Hálvskýggjað og ælaveður, sum onkrastaðni kann vera sum vátakavi. Um kvøldið veksur vindurin nakað og út á náttina vera 13-18 m/s við hvirlum av landsynningi. Tað verður samdrigið og fer at regna av útsynningi. Hitin verður millum frostmarkið og 7 hitastig.

 

Nýggjársdag verða 13-18 m/s av landsynningi, í støðum upp í 20 m/s við hvirlum. Út á dagin minkar vindurin niður í 8-13 m/s av suðri og útsynningi. Skýggjað og regn, seinni ælaveður. Hitin milum 3 og 9 stig.