Seinastu tvey árini hevur venjarafelagið verið karmur um kapping fyri feløgini í bestu føroysku deildini. Kappingin er góð fyrireiking hjá teimum ymisku feløgunum til komandi kappingarár, har feløgini samanlagt spæla 4 dystir á 30 minuttir.
Til venjarakappingina í ár luttaka øll feløgini uttan KÍ, og tískil er kappingin býtt upp í 3 bólkar á 3 lið.
Higartil er tað bara HB, ið hevur megnað at vunnið kappingina. Teir vunnu bæði kappingina í 2013 og 2014.
Skráin fyri kappingina er nú komin út, og sær hon soleiðis út:
Leiktíðin : 1 x 30 min
1) Kl. 14.00 TB - NSÍ # AB – EB/S # FC Suðuroy – ÍF
2) Kl. 14.40 TB - Víkingur # AB – B36 # FC Suðuroy - HB
3) Kl. 15.20 NSÍ - Víkingur # EB/S–B36 # ÍF - HB
Finalu umfari er skipað soleiðis at teir 3 bólka vinnararnir leika um fyrsta plássið á Tórsvølli, liðini sum gerast nr. 2 leika á niðara vølli og 3’ararnir leika á ovara vølli.
Kl. 16.00 2 A - 2 B / 3 A - 3 B / 1 A - 1 B
Kl. 16.40 2 A - 2 C / 3 A - 3 C / 1 A- 1 C
Kl. 17.20 2 B - 2 C / 3 B - 3 C / 1 B - 1 C
Øll liðini spæla sostatt fýra dystir
Kl. 18.00 Steypahandan ( Heðin Mortensen, býráðsformaður)










