Fyrsti eldradagurin í Vági í 2025 verður leygardagin 22. mars, og dagurin verður hildin í VB-húsinum.
- Dagurin, sum er ætlaður borgarum í Vágs kommunu, sum eru 60 ár og eldri, byrjar klokkan 11 og er liðugur klokkan 13.
Tað siga tey í Vágs kommunu í dag, og lagt verður aftrat, at á skránni verður sum vanligt brunsh frá Garðslon.
Rakul Sumberg Dahl fer at hugleiða um aldargomlu grindabátarnar í Vági.
- Bárður Sandá, sum í ár byrjaði sum ovasti hjá Arktisk Kommando í Føroyum, fer eisini at tosa um sínar upplivingar í donsku sjóverjuni.
Í Vági siga tey, at øll, sum eru 60 ár og eldri, eru hjartaliga vælkomin, og tað er ókeypis at luttaka.
- Um onkur tørvar flutning til og frá VB-húsinum, kunnu fólk ringja til Miðlatún á tlf. 239390, siga tey í Vágs kommunu.











