Bæði hyggjarar og dómsnevnd við fjepparum hava møguleikan at seta dám á atkvøðugreiðsluni í Dansk Melodi Grand Prix í kvøld.
Tá vinnarin í Dansk Melodi Grand Prix skal kjóast í Aalborgí kvøld, fer tað soleiðis fram:
– Hyggjara kunnu atkvøða, tá teir 10 sangirnir verða framfødir – anna-hvørt við sms ella við eini serliga grandprix-app, sum tó ikki riggar í Føroyum. Úr Føroyum ber bert til at atkvøða við sms, sum kostar 1 krónu.
– Hyggjaraatkvøðurnar verða lagdar saman við atkvøðunum hjá dómsnevndini. Í dómsnevndini sita fimm útvaldir melodigrandprix-fjepparar.
– Hyggjarar og dómsnevnd hava hvør 50 prosent av valdinum og tilsamans gera tey av, hvørji trý løg sleppa víðari til avgerandi runduna.
– Síðani skulu tey trý best umtóktu løgini framførast umaftur, og atkvøður frá bæði hyggjarum og dómsnevnd gera av, hvør vinnur.
– Síðani verður vinnarin, sum fær heiðurin at umboða Danmark í Eurovision Song Contest í Portugal í mai, kosin.
Kelda: DR
/ritzau/










