So eru bara fýra lið eftir í HM-kappingini í Katar. Nógvir risar eru falnir, men tveir eru eftir, Argentina og Frakland. Haraftrat koma tað fríska lotið úr Norðurafrika, Marokko og lítla landið av Balkanhálvoynni, Kroatia, ið hevur vunnið seg í sína triðju HM-hálvfinalu í søguni.
Sonevndu ekspertarnir vilja meta, at finalan verður millum Argentina og Frakland, men við øllum hvøkkunum vit hava fingið undir hesum HM-endaspælinum torir eingin at útihýsa einari finalu millum Marokko og Kroatia.
Hálvfinalurnar:
Týsdagin 13. desember
19:00 Argentína - Kroatia (Lusail)
Mikudagin 14. desember
19:00 Frakland - Marokko (Al Khor)
Bronsudysturin verður leiktur leygardagin 17. desember klokkan 15, og HM-finalan verður leikt sunnudagin 18. desember klokkan 15.