Soleiðis veður veðrið um vikuskiftið

Danska veðurstovan væntar, at tað verður turt í kvøld

Danska veðurstovan DMI roknar við, at tað fer at regna í dag, men í kvøld verður turt í veðrinum.

 

DMI sigur, at í dag vera 5-10 m/s av suðri, í støðum upp í 13 m/s, seinni í dag av útsynningi. Samdrigið og regn nógvastaðni. Í kvøld mest turt, men møguleiki fyri onkrum æli í nátt. Hitin verður millum 8 og 12 stig.

 

Sunnudagin vera 8-13 m/s av útsynningi og onkrar hvirlur. Fyri tað mesta samdrigið og ælaveður. Hitin verður millum 10 og 12 stig.