Soleiðis, sum henda myndin vísir, sá himmalin út í Syðrugøtu 20. mars 2014 klokkan 09.40 - ella júst eitt ár fyri, at full sólarmyrking verður í Føroyum um nakrar dagar.
- Spennandi verður, hvussu veðrið fer at verða, tá sólarmyrkingin verður, og um vit fara at síggja sólina.
Tað siga tey á Varðanum í Gøtu, sum vísa á, at tað var Útvarpið, sum í fjør heitti á fólk um at taka mynd av himmalinum júst sama dag og klokkutíma, sum sólarmyrkingin verður í ár.
- Fleiri av starvsfólkunum hjá Varðanum valdu at gera hetta.
Lagt verður aftrat, at verður veðrið nakað tað sama, sum henda dagin í fjør, kann væl vera, at vit fara at síggja sólina.
- Himmalin var bláur henda dagin, tó nakað av skýggjum, siga tey hjá Varðanum, sum á myndini eru, f.v.: Annika Gleðisheygg, Ingvör Dalbø, Óli Jákup Tvørfoss og Tórheðin Jensen.