Soleiðis var ótrúliga løtan hjá Halli

Soleiðis gekk tað fyri seg, tá ið countrylegendan Kris Kristofferson kom í studio hjá Halli Joensen í Nashville

Tá ið Hallur Joensen í fjør var í Nashville og tók fløgu upp, troppaði countrylegendan Kris Kristofferson upp í studionum. Teir báðir endaðu inni í upptøkuhølunum, har teir sungu duett saman.

Sangurin var Nobody Wins - ein av kendu sangunum, sum Kristofferson hevur skrivað, og ein av favorittsangunum hjá Halli Joensen.

Í hesari YouTube video ber til at síggja, hvussu tað gekk fyri seg, tá ið Hallur og Kristofferson sungu sangin inn saman.