Russiska innrásin í Ukraina er nú komin í 16. samdøgur, og leygarnáttina hoyrdust millum annað sirenur í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv.
Her er eitt yvirlit yvir hendingar í nátt:
* Nógv skot eru at koyra í Kyiv
Á miðari nátt hoyrdust sirenur í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv. Ljóðið frá ógvusligum skottilburðum og frá granatum hoyrist.
Eisini í býnum Zjytomyr vestan fyri Kyiv hevur russiski herurin framt álop.
* USA sær eingi tekin um radioaktivt útlát.
Sambært amerikanska orkumálaráðfrúnni, Jennifer Granholm, er í løtuni ikki tekin um radioaktivt útlát í Ukraina.
Samstundis upplýsir altjóða kjarnorkustovnurin IAEA, at streymveitingin til niðurlagda kjarnorkuverkið í Tjernobyl partvís er komin aftur.
* Gott 7000 fólk vórðu flutt burtur í gjár.
Tilsamans vórðu 7144 fólk flutt burtur úr fýra ukrainskum býum í gjár. Tað sigur forsetin, Volodymyr Zelenskyj í eini røðu í sjónvarpi í nátt.
* Læknar uttan mørk ávara um desperata støðu í Mariupol.
Læknar uttan mørk upplýsa, at fleiri hundraðtúsund menniskju enn eru innstongd í Mariupol, og at støðan er desperat.
* Zelenskyj sigur burturflyting vera eitt nýtt slag av yvirgangi.
Borgarstjórin í Melitopol var í gjár burturfluttur av russiskum hermonnum, sum hava hertikið býin. Í eini video kallar forsetin Volodymyr Zelenskyj burturflytingina fyri eitt nýtt slag av yvirgangi og sigur, at gerðirnar hjá russarum vera mettar á sama hátt sum gerðirnar hjá yvirgangsfólki hjá Islamskum Stati.
* Ukraine ákærir Russland fyri at leypa á eitt sjúkrahús til krabbameinssjúklingar.
Ukrainskir emnætismenn ákæra Russland fyri at leypa á eitt sjúkrahús fyri fleiri hundrað krabbameinssjúklingar. Eingin doyði í álopinum.
* Bulgaria býður seg fram sum meklara.
Bulgaria sigur seg vera tøkt sum meklara í stríðnum millum Russland og Ukraina.
Keldur: Reuters, AFP, BBC og AP.
/ritzau/