Tjóðveldistingkvinnan Gunvør Balle, sum fyrr í ár fekk undirtøku í løgtinginum fyri einum uppskoti um filmsgrunn, er nú frammi við einum hugskoti um eina tónleika-útflutningsstovu, ið skal menna føroyska tónleikavinnu.
Gunvør spyr, um tað ber til at ímynda sær eitt summar uttan tónleik og festivalar, samstundis sum tað fyrr í summar frættist, at Atlantsflog í nógv minni mun ætlar at stuðla ymsum tiltøkum, so sum tónleikafestivalum.
– Eitt álit er longu skrivað, sum nevnir fleiri møguleikar og hvussu ein tónleika-útflutningsstova kann fáast at virka, sigur tjóðveldistingkvinnan.
Hoyr samrøðu við Gunvør Balle við at trýsta á pílin undir myndini.










