Soleiðis spældu B36 leikararnir

Her eru leikarametingarnar hjá B36 leikarunum í dystinum millum B36 og Víking.

Vit hava, sum nakað nýtt, valt at leggja leikarametingarnar frá dystinum millum B36 og Víking út á heimasíðuna hjá www.in.fo í kvøld.

 

Her eru leikarametingarnar hjá heimaliðnum B36.

 

Tórður Thomsen 4 : Vardi í fleiri førum væl fyri royndum hjá Víkingi og kundi ikki lastast fyri nakað mál hjá Víkingi. Leikti ein góðan dyst.

 

Høgni Eysturoy 3 : Mest royndi leikarin í verjuni hjá B36. Spældi ein góðan dyst, hóast hann eina tíð í seinna hálvleiki lá nakað langt uppi á vøllinum. Tað var tó kanska taktiskt.

 

Hørður Askham 3 : Er ein leikari við einari bjartari framtíð. Hóast sín unga aldur spælir hann við stórari útstráling í verjuni og kom væl frá dystinum millum B36 og Vìking.

 

Eli Falkvard Nielsen 3 : Stóð royndina sum miðverji og traðkaði í karakter í seinna hálvleiki, tá hann fleiri ferðir vann týðandi bóltar.

 

Alex Mellemgaard 2 : Legði upp til annað málið og er ein góður fótbóltsspælari. Víkingarnir sloppu tó ofta til farligar støður úr høgru síðu hjá Víkingi.

 

Róaldur Jakobsen 3 : Ein framúr dugnaligur fótbóltsspælari. Hevur kanska leikt betri dystir, men er avgerandi fyri spælið hjá B36 og var við í tí mesta, tá B36 var í álopsstøðu.

 

Símun Joensen 2 : Byrjaði ótrúliga væl og stríddist væl allan dystin. Misti tó onkrar farligar bóltar í seinna hálvleiki og hann skal venja seg við at umstilla seg frá verjuni til miðvøllin aftur. Fyllir tó nógv.

 

Jákup á Borg 3 : Byrjaði eisini dystin væl. B36 hevði tó torført við at spæla seg til møguleikar í seinna hálvleiki, men liðskiparin vísti karakter móti endanum, tá hann tryggjaði B36 annað stigið við brotssparki.

 

Lukasz Cieslewicz 3 : Er lyklaleikarin á B36 liðnum. B36 hevði fleiri farligar støður í fyrra hálvleiki og tað var tí at teir fingu Lukasz í gongd. B36 hevði torført við at fáa Lukasz við í spælið í seinna hálvleiki og liðið hevði tað eisini torførari við at koma fram til vandamiklar støður.

 

Rasmus Dan Sørensen 2 : Arbeiddi hart, men hevði tað torført yvir fyri Bárði Hansen á høgra bakki. Er ein framtíðarleikari hjá B36.

 

Adeshina Lawal 4 : Spældi ein framúr góðan fyrra hálvleik. Dugir væl at fáa nógv burturúr kroystum støðum. Hevði tað tó torført, sum restina av B36 liðnum í seinna hálvleiki, men hann stríddist tó væl.