Soleiðis spæla føroysku liðini

Her er eitt yvirlit, sum vísir, nær og hvar føroysku feløgini spæla í evropeiskum fótbólti

B36, HB, Víkingur og NSÍ skulu øll umboða Føroyar á evropeiska fótbóltspallinum. Niðanfyri sæst nær og hvar føroysku spæla.

 

B36 spælir mikukvøldið á heimavølli ímóti walisiska New Saints. Dysturin byrjar klokkan 19. Útidysturin verður leiktur týskvøldið 7. juli, og tann dysturin byrjar eisini klokkan 19.

 

HB skal til Litava at spæla ímóti FK Trakai. Reyðsvørtu havnamenninir spæla fyrsta dystin á útivølli hósdagin, og byrjar hann klokkan 18 okkara tíð. Seinni dysturin verður leiktur hósdagin 9. juli, men enn er ikki greitt, nær dysturin nágreiniliga byrjar. Bæði B36 og HB spæla sínar heimadystir á Tórsvølli.

 

Víkingur spælir hóskvøldið á heimavølli ímóti Rosenborg. Dysturin byrjar klokkan 19. Útidysturin verður spældur hóskvøldið í komandi viku, 9. juli. Tann dysturin byrjar klokkan 18 okkara tíð.

 

NSÍ skal til Norðurírland at spæla ímóti Linfield hesa vikuna. Fyrri dysturin ímóti Linfield verður spældur 19.45. Seinni dysturin verður leiktur hóskvøldið 9. juli á heimavølli, og byrjar hann eisini klokkan 19.45.

 

Bæði Víkingur og NSÍ spæla sínar heimadystir á Svangaskarði.