Soleiðis sleppur tú undan ovurviðkvæmi

Nýggj heimasíða og app til fartelefon, gera tað nógv lættari at sleppa undan skaðiligum evnum í gerandisdegnum

Eitt ótal av fólki líður av ovurviðkvæmi fyri alskyns evni og hetta er ein trupulleiki, sum bara stendur við og versnar.

Men nú er nógv lættari hjá teimum at fáa upplýsingar um hesi evni.

 

Apotekið sigur, at nú er gjørt ein nýggj talgild handbók við upplýsingum um alskyns evni, og tað ber eisini til at fáa ein app á telefonina, so tað ber til at hava upplýsingarnar við sær til handils.

 

Hetta er ein handbók sum ger tað nógv lættari hjá fólki við ovurviðkvæmi at sleppa undan so nógvum av hesum evnum sum gjørligt.

Handbókin hevur fingið heitið, Kemilex, og hon er at finna á heimasíðuni www.astma-allergi.dk

Har er ber eisini til at fáa appina til fartelefonina, ókeypis.

 

Inni á kemilex eru upplýsingar um nógv ymisk evni og har ber sostatt til at finna vørur, har vandin fyri  at fáa herðindi av ovurviðkvæmi, er minst

Har ber til at fáa upplýsingar um, hvat ymisk evni verða brúkt til, og hvørjum vørum tey eru í.

 

Men tað ber eisini til at síggja, hvørjar vørur eru á marknaðinum, sum ikki hava tey ávísu evnini í.

 

- So tú kanst lætt finna eina vøru, sum ikki hevur evni í, sum tú ikki tolir, sigur Apoteki.

Á Kemilex ger ein serfrøðingur í eiturevnum eisini eina meting av, hvussu vandamikið tey ymsu evnini eru fyri fólk við ovurviðkvæmi

 

Astma-allergi felagið í Danmark arbeiðir við at fáa fleiri vørur inn á Kemilex og eisini fleiri kemisk evnir.

 

Men í løtuni hava tey upplýsingar um fleir hundrað evnið í ymsum vørum í hesum bólkum: Andlitsrøkt, smábørn og børn, deodorant, húðrøkt, hárrøkt og hársetanarvørur, intimvørur, neglalaksreinsari, reingerð og uppvask, sólverja, sápa, vaskipulvur vm og vátserviettar og sóttreinsandi evni.