Soleiðis skulu leivdirnar frá flettingini beinast burtur

Verður tað ikki burturbeind ordiliga, elvir tað til dálking - og tað kann eisini gera sítt til at rotta nørist

Nú heystfjøllini verða gingin, minnir Umhvørvisstovan á, at leivdir frá fletting eiga at verða burturbeindar á rættan hátt. Tað merkir, at leivdirnar skulu ikki tveitast í ánna, í fjøruna, á bøin ella í hagan. Hetta er dálking og tað bæði sær ótespilig út og luktar illa  og so kann tað eisini gera sítt til, at rottan nørist og at ymsar smittandi sjúkur breiða seg.

 

Samstundis er tað eisini beinleiðis ólógligt at grava leivdirnar niður.

 

IRF sigur, at tey fáa ofta fullar vembur at brenna, og tað elvir til nógv dálkandi útlát frá skorsteininum. Tí er sera týdningarmikið at tøma vemburnar, áðrenn tær verða burturbeindar.

 

Eitt tað mest dálkandi at brenna hjá IRF, eru seyðaskinn. Tí verður heitt á fólk at lata seyðaskinn til endurnýtslu hjá góðkendum móttakara, tí verður eisini latin stuðul til tað.

 

Í løtuni er bara ein, sum er góðkendur at taka ímóti skinnum. Tað er Oikos, ið hevur skipaðar skinnmóttøkur kring landið. Skinn, ið skulu útflytast, skulu latast beinleiðis til hesar móttøkur.

 

Les meiri her: Hava tikið ímóti lambsskinnum í 20 ár

 

Soleiðis skulu leivdir burturbeinast:

 

– Lat seyðaskinn til góðkenda endurnýtslu.

 

– Tøm vemburnar.

 

– Lat blóð og annað vatn seta frá, áðrenn leivdir frá fletting verða burturbeindar.

 

– Lat innvøl og leivdir í plastposar, áðrenn tað verður latið í ruskbingjurnar

 

Hitin í ovninum hjá IRF er vanliga um 1.000 stig. Fer hitin niður á 850 stig, elvir tað til dálkandi útlát í roykinum. Um heystið, tá ið nógvar vátar leivdir frá flettingini koma inn, kann tað verða ringt hjá IRF at halda ovnin nóg heitan fyri at forða fyri dálkandi útláti, sigur IRF.