Soleiðis skal makrelveiðan býtast

Feløgini hjá yvirmonnum og feløgini P/F Jókin og P/F TG Fish hava nú gjørt avtalu um makrelveiði.

Í morgun skrivaðu manningarfeløgini, Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið øðrumegin og reiðaríini, P/F Jókin og TG Fish hinumegin, undir avtalu um flutningsskip og trolarar, sum fiska makrel í bólki 2.

 

Avtalan snýr seg eitt nú um at býta søluupphædd fyri veiðina millum trolarar og flutningsskip, sum í hesum førinum er millum Fram (sum flutningsskip) og teir trolarar - partrolarar ella lemmatrolarar - sum fara at fiska makrel.

 

Í avtaluni stendur, at "… søluupphæddin verður býtt soleiðis, at flutningsskipið (Fram) fær 36% av søluupphæddini - og trolararnir fáa 64% av býta sínámillum…".

 

Um avrokningina stendur, at "… trolarar í bólki 2 avrokna við býtisprosentinum, sum er ásett í sáttmálanum millum manningarfeløgini og Føroya Reiðarafelag…"

 

Lagt verður aftrat, at "… flutningsskip avrokna við býtisprosentinum, sum svarar til býtisprosentið í skipabólkinum, ið skipið er partur av…"

 

Feløgini, Føroya Skipara-og Navigatørfelag, Maskinmeistarafelagið, P/F Jókin og P/F TG Fish, sum hava undirskrivað avtaluna, siga, at endamálið við ásetingunum er, at manningarnar á trolaraunum og á flutningsskipinum tjena á leið tað sama.

 

- Annars eru felags reglurnar galdandi, verður lagt aftrat í avtaluni millum partarnar, sum er galdandi frá 24. august 2015 og árið út.