Soleiðis síggja dagarnir út á Skála

Tey, sum fara á SøluRásina 2014, hava nógv at gleða seg til.

Hyggja vit í skránna yvir undirhaldið, sum verður á SøluRásini 2014, sæst, at stevnan letur upp leygardagin klokkan 15.30, og ein tíma seinni fer Lovsongsbólkurin í Kelduni at syngja.

 

Klokkan 17.30 verður fyrsta mótaframsýningin, og klokkan 19 fer klovnurin BUBU at undirhalda.

 

Mótaframsýning verður aftur klokkan 20, og klokkan 21 syngur Døgg Nónsgjógv á pallinum.

 

Klokkan 21.45 - stutt áðrenn SøluRásin letur aftur henda fyrra dagin - verður drigið millum seld atgongumerki leygardagin.

 

Latið verður aftur leygarkvøldið klokkan 22.

 

Sunnudagin verður latið uppaftur klokkan 15.30, og ein tíma seinni verður mótaframsýning.

 

Klokkan 17.15 verður vørutombola í bygdasalinum, og klokkan 18 fara Rakul Ró og Steintór at syngja og spæla.

 

Mótaframsýning verður aftur sunnukvøldið klokkan 19, og klokkan 20.15 fer Signar í Homrum at syngja og spæla.

 

Stóra løtan sunnukvøldið verður klokkan 21.14, tá drigið verður millum seld atgongumerki. Høvuðsvinningar verða tveir kekkar á 4.000 krónur, og her verður drigið tvær ferðir.

 

Klokkan 21.30 letur SøluRásin 2014 aftur.