Soleiðis sær út í Skopun

Teistin sigldi túrin av Gomlurætt klokkan 9.45 og úr aftur Skopun - seinkaður - umleið klokkan 11.

Soleiðis sá veðrið út í Skopun nú um 11-tíðina, tá Teistin smeyg sær út úr havnini og nógva briminum.

Soleiðis, sum veðrið er í løtuni, er ivasamt, hvussu verður hjá strandfaraskipinum Teistanum at røkja farleiðina um Skopunarfjørð tað, ið eftir er av degnum.

Fyribils siglir Teistin. Skipið fór av Gomlurætt í morgun klokkan 9.45, og túrurin til Skopunar tók tað mesta av einum tíma. Siglt verður í løtuni úr aftur Skopun, har skipið loysti uml 11-tíðina.

Eftir ferðaætlanini skuldi Teistin havt loyst henda túrin í Skopun klokkan 10.30, men var umleið ein hálvan tíma seinkaður. Veðrið er vánaligt, soleiðis sum viðheftu myndir vísa.

Í løtuni er Teistin mitt í Skopunarfirði, og siglt verður suður yvir - ella í ein landsynning - upp ímóti lágættini, so teir túrar, sum skipið ger í dag, soleiðis sum veðurlíkindini eru, verða ivaleyst nakað longri enn vanligt.