- Tað hevur verið ringt í sjónum fyrrapartin, og í Skopun hevur verið brim. Hann hevur verið vestan í ættini, og eystfallið liggur til klokkan 15. Tí hevur ikki verið siglandi úr havnini í Skopun í allan dag.
Tað siga teir umborð á Teistanum, sum higartil ongan túr hevur siglt um Skopunarfjørð í dag. Teistin hevur ligið tryggur innan fyri portrið í havnini í Skopun.
Klokkan 06.45 í morgun, tá ætlanin var at loysa til fyrsta túr, og portrið varð latið upp, merktist týðiliga, at nógv trýst var í sjónum, og túrurin varð avlýstur. Tískil noyddust bilar og ferðafólk, sum annars vóru komin umborð, í land aftur.
Eingin túrur er sigldur í dag, men ætlanin er at gera eina roynd klokkan 16.30 úr Skopun og klokkan 17.15 av aftur Gomlurætt.
Umborð á Teistanum siga teir, at vestfallið, sum kemur eftir klokkan 15, plagar at "bremsa" briminum nakað, men tá verður í staðin myrkt, og tí er ivasamt, hvussu leingi verður siglt í kvøld.
Viðhefta mynd er tikin í Skopun fyri løtu síðan. Tað er nógv brim, og trupult er hjá Teistanum at sleppa út og inn um trongan og rokan av brimi í slíkum ivasomum líkindum.
Lesið eisini: Fámjin herjað av brimi
Eru tað fleiri lesarar, sum hava tikið óveðursmyndir, eru tit vælkomin at senda okkum tær við at TRÝSTA HER.