Seinastu vikurnar hevur strandfaraskipið Sam verið til 45 ára eftirlit hjá Mest í Havn. Samstundis sum ferjan var til eftirlit vóru ymiskar ábøtur gjørdar.
Skipið fór av beding fríggjadagin, og nú verða ymiskar skipanir endaligt royndarkoyrdar.
Mest sigur, at eins og avtalað verður skipið latið Strandfersluni miðskeiðis í vikuni.
Sam siglir millum Klaksvík og Syðradal á Kalsoynni.
##med2##
##med3##












