Jóannes Bjartalíð, ið hevur skotið og lagt upp til 19 mál fyri Fredrikstad í OBOS-liguni farna kappingarárið fekk tann stóra heiðurin at vera valdur ársins spælari í deildini.
Tá Jóannes fekk handað áminningina um stóra heiðurin, eitt heiðursskjal var tað eitt forkunnugt skjal, ið eisini hevði íblástur frá føroysku náttúruni, umframt ein góð tekning av Jóannesi sjálvum.
Heiðursskjalið sæst á myndini omanfyri.
Komandi hósdag klokkan 17 skal Jóannes spæla móti landinum, ið hevur givið honum hendan stóra heiðurin. Tá spæla Noreg og Føroyar venjingardyst á Ullevaal leikvøllinum í Oslo.