Á oljumessuni, sum er í Aberdeen í hesum døgum, fer oljufelagið Amerada Hess at vísa føroyskum vinnulívsfólki, hvussu felagið hevur hugsað sær sína fyrstu boring við Føroyar. Gjørt er eitt manual - ein brúksávísing, sum sigur, hvat skal til av tilfari og tænastum. Felagið hugsar sær, at í minsta lagi ein boring verður í ár 2000, ein í ár 2001 og ein í 2002. Kostnaðurin er umleið 150 mill. kr. fyri hvørja boring.