Soleiðis sá út 7. mai í ár

Sjáldan áður man so nógvur kavi vera komin niður so seint sum í ár, tá stórkavi legðist hin 7. mai.

Tað liggur til okkum menniskju at gloyma ting og viðurskifti, sum ikki fylla so nógv. Men, tá ymiskt hendir, sum fyllir nógv, fer tað seint í gloymskuna.

 

Nú fjøllini verða gingin, lata eigarar sum heild illa at skurinum. Nógv lomb eru mist, og vektin á hagalombum er sum heild væl undir miðal.

 

Eitt rættiligt fellisár, siga fleiri.

 

Eitt sindur ymiskt man tó vera, hvussu hart bóndir og seyðaeigarar kring landið eru raktir. Ivaleyst er felli størri norðanfyri Skopunarfjørð enn syðri á landi.

 

Viðhefta mynd vísir, hvussu út sá í Vestmanna so seint sum hin 7. mai í ár. Her er meira at kalla stórkavagrevstur.

 

Trupult er ikki at ímynda sær, hvussu seyðurin í haganum man hava tað slíkar dagar, og hvat hetta hevur at týða fyri lombini.

 

Søgur eru um kavar, sum komu seint um várið og sum gjørdust bæði stórir og drúgvir.

 

Men, sjáldan áður man so nógvur kavi vera komin niður so seint sum í ár, og helst er tað hesin kavi, sum forkom nógvum lombum.