Soleiðis loysa vit Føroyar úr ríkisstuðlinum

Eg kundi hugsað mær, at vit yvir eini 4-6 ár settu alla ríkisveitingina í grunn, soleiðis at veitingin eftir ávísum áramáli ikki longur verður partur av okkara samfelagsrakstri.

 

Tað er so lætt at gera mál torskild og gruggut, og tað er so lætt at brúka danska ríkisstuðulin sum agn ímóti føroyskum sjálvbjargni og tjóðarfrælsi. 

Tað er tiltikið at kasta torvmold í eyguni á fólki, so tey ikki síggja. Tað hava afturhaldskreftirnar í Føroyum dugað væl upp ígjøgnum tíðirnar. 

Missa vit ríkisstuðulin, fara Føroyar av knóranum – ella vit fara ikki at eiga til mat í munnin til okkara børn og okkum sjálvi. 

Men, soleiðis er veruleikin ikki. Tað vita øll, og tað vita eisini afturhaldskreftirnar í Føroyum. Føroyar fóru á húsagang tíðliga í nítiárunum, og tað var við fullum ríkisstuðli. 

Politiska ábyrgdarloysið var vorðið ov stórt, at stórur partur av vinnuni, bæði á sjógvi og landi, var endaður inni í landskassanum, sum hevði veitt almenn veðhald fyri vinnuligum lánum í langar banar.  

Tíðliga í nítiárumum fingu vit fiskaloysi, og tá eingin toskur var at fáa, steðgaði alt upp, og bæði skip og fiskavirkir fóru av knóranum. 

Í dag hevur føroyskt vinnulív fleiri bein at standa á og umframt botnfiskavinnuna, sum hevur stóran týdning fyri fiskavirkini kring landið, hevur tað í fleiri ár serliga verið uppsjóvarfiskur og alivinna, sum hava verið krumptappurin í búskapinum.

Búskapargrunnur Føroya hevur til endamáls eitt nú at stuðla undir langtíðarhaldføri í einum sjálvberandi føroyskum búskapi - virka fyri búskaparligum sjálvbjargni, búskaparligum støðufesti og samhaldsfesti millum ættarlið, sum tað eitur í endálsgreinini fyri grunnin.    

Uttan at fara út í smálutir um, hvør fylti í Búskapargrunn Føroya, og hvør tók pengar úr honum, kundi eg hugsað mær eina loysn fyri, hvussu vit yvir nøkur ár sleppa burtur úr donsku ríkisveitingini.

Eg trúgvi, at flestu føroyingar – og politisku flokkarnir við – innast inni vildu sloppið burtur úr ríkisveitingini, har vit taka ímóti pengum úr einum landi, sum ikki er ríkari enn vit. 

Tá veitingin ikki longur er partur av okkara dagliga samfelagsrakstri, nýtast vit ikki at semjast um at skipa Føroyar sum lýðveldi í somu løtu, um politiskur meiriluti ikki er fyri hesum. Men, tá verður so ríkisveitingin ikki ein forðing longur. 

Eg kundi tí hugsað mær, at vit yvir eini 4-6 ár settu alla ta donsku ríkisveitingina í grunn, soleiðis at veitingin eftir ávísum áramáli ikki longur verður partur av okkara samfelagsrakstri.

Um danir endiliga vilja gjalda okkum hesar pengarnar nøkur ár aftrat, og afturhaldskreftirnar í Føroyum framhaldandi halda, at Føroyar eiga at taka ímóti – ja, lat okkum so seta pengarnar í grunn og soleiðis taka teir burtur úr rakstrinum av føroyska samfelagnum yvir nøkur ár.  

Eg haldi, at nú er nokk gruggað, og nú eiga vit at prógva, at vit um nøkur ár bera allan raksturin av føroyska samfelagnum sjálvi. 

Tá hesin dagur upprennur, fara allir føroyingar – og eisini afturhaldskreftirnar – at trúgva, at Føroyar saktans kunnu standa á egnum beinum. Í mínari verð er eingin ivi um, at í Føroyum er nóg mikið av ríkidømi til okkum øll.  

Úti í heimi eiga Føroyar eisini nógv fólk, sum eru nógv avhildin og flyta góðan valuta heim til landið – ikki minst innan sjóvinnu, men eisini í mongum størvum á landi.

 

Kristian Oskar Henriksen, valevni hjá Tjóðveldi.

 

 

 

Lesið eisini: 

 

"Saman megna vit alt"

 

https://in.fo/news-detail/saman-megna-vit-alt

 

"Vel Henriksen - og tú fært bæði ungt og tilkomið"

 

https://in.fo/news-detail/vel-henriksen-og-tu-faert-baedi-ungt-og-tilkomid

 

"At verja umhvørvið snýr seg um eina hugburðsbroyting"

 

https://in.fo/news-detail/at-verja-umhvoervid-snyr-seg-um-eina-hugburdsbroyting

 

"Okkara ríku Føroyar skulu ríka bæði ung og eldri"

 

https://in.fo/news-detail/okkara-riku-foeroyar-skulu-rika-baedi-ung-og-eldri

 

"Eg eri eyðmjúkur og takksamur"

 

https://www.in.fo/news-detail/eg-eri-eydmjukur-og-takksamur

 

"Fólk mugu fáa fígging til egnan bústað"

 

https://www.in.fo/news-detail/folk-mugu-faa-figging-til-egnan-bustad