Soleiðis kveikja vit meiri lív í Havnina

Nú má farast til verka, sigur Annfinn Brekkstein, býráðslimur, sum hevur eitt ítøkiligt uppskot um at gera Havnina til ein lestrarbý

 

- Skulu vit gera havnina til ein lestrarbý, er neyðugt at fara til verka.

 

Tað heldur Annfinn Brekkstein, býráðslimur í Havn.

 

Í sambandi við at gera Havnina til ein lestrarbý, hevur nógv verið tosað um at skapa eitt veruligt lestrarumhvørvi í Havn. Og í tí sambandi er ikki minst neyðugt at útvega fleiri lestrarbústaðir.

 

Annfinn Brekkstein heldur, at skal Havnin gerast til ein lestrarbý, eigur ein veruligur lestrarbýlingur at verða lagdur úti á Frælsinum, og har um vegir, tí har eru longu Læraraskúli, Fróðskaparsetur, Landsbókasavn, Vinnuháskúli og aðrir stovnar og hentleikar.

 

Hann sigur, at keypir Mentamála tann partin av Venjingarskúlanum, sum Tórshavnar Kommuna eigur, eiga landsmyndugleikarnir alt økið innanfyri gulu linjuna, sum er víst á teirri eini myndini niðanfyri.

 

- Tað er ongastaðni í landinum, tað liggur so væl fyri at skapa eitt veruligt lestrarumhvørvi, sum har, sigur Annfinn Brekkstein.

 

Hann heldur, at tann stóri grasvøllurin við Læraraskúlan eigur at gerast ein týðandi partur av ætlanini um at gera alt øki til ein lestrarbýling. Tað er ein vøllur, sum sum ikki verður brúktur nakað serligt og Annfinn Brekkstein heldur, at tað er rættiliga sjálvsagt at brúka tann vøllin at byggja lestrarbústaðir á.

 

- Lestraríbúðirnar eiga at vera, har sum undirvísingarumhvørvið eisini er, og tí er tað sjálvsagt at brúka vøllin við Læraraskúlan til endamálið, sigur býráðslimurin.

 

Av sínum eintingum hevur hann fingið ein arkitekt at gera eitt yvirlit yvir økið og at gera eitt uppskot um, hvussu alt økið kann fara at síggja út. Hann heldur, at á hesum økinum, er ein einastandandi møguleiki at skapa eitt veruligt lestrarumhvørvi í Føroyum, tí tað er mitt í høvuðstaðnum, og beint við Fróðskaparsetri, Læraraskúlan og Vinnuháskúlan,

 

- Hetta kann gerast sítt til, at Havnin verður ein útbúgvingar- og granskingar miðdepil, ið kann menna høvuðstaðin og gera tað lokkandi hjá ungum at lesa í Føroyum, heldur enn at fara uttanlands, sigur Annfinn Brekkstein.

 

- Við at skapa ein betur samanhang í økinum við nýggjum lestraríbúðum og innbjóðandi býarrúmum, kann økið rættiliga kveikja lív í høvuðsstaðin.

 

Annfinn Brekkstein sigur, at hann hugsar sær, at vøllurin á Frælsinum verður brúktur til at byggja lestrarbústaðir í ymiskum sniðum og ymsum støddum, og at økið verður skipað soleiðis, at góð og innbjóðandi, grønir blettir verða lagdir ímillum íbúðirnar.

 

Hann leggur afturat, at lestraríbúðir krevja ikki líka nógv pláss til parkering, sum aðrar íbúðir gera, og sostatt eru góðir møguleikar at skapa innbjóðandi, grøn øki millum íbúðirnar, sigur Annfinn Brekkstein.

 

Ein nýggj gøta skal ganga gjøgnum økið og binda lestraríbúðirnar og ymsu útbúgvingarstøðini saman, og miðskeiðis í økinum verður eitt nýtt torg, ið verður staðið har tey lesandi hittast og tiltøk av ymsum slag vera hildin.

 

Annfinn Brekkstein heldur, at ein tøtt, men lág bygging við lestraríbúðum, skapar eitt hugnaligt og innbjóðandi umhvørvi har lesandi kunnu hittast og taka sær av løttum.

 

Hann sigur, at nú fer hann at leggja uppskotið hjá sær fyri býráðið, og fyri landsmyndugleikarnar, og so vónar hann, at rættilig gongd kemur á hugsjónina um at gera Havnina til ein lestrarbý.

 

Og hann heldur, at sjálvsagt skal høvuðs lestrarumhvørvið í Føroyum verða í Havnini, og ikki í einum útjaðara.

 

- Í so máta hava vit ongar aðrar møguleikar enn Havnina, tí her eru allir hentleikar, sum ungdómurin krevjur av eimum lestrarumhørvi, bæði til gamans og álvara. Bæði hallir og vøllir, svimjihøll, náttklubbar, kaffistovur og matstovur, umframt mentanarlív og vitanarstovnar, sigur Annfinn Brekkstein.

 

Niðanfyri eru fleiri myndir sum vísa, hvussu Annfinn Brekkstein kundi hugsað sær, at ein lestrarbýlingur varð skipaður á Frælsinum, og har um vegir.